Intro
2X
Verse 1
Við Beatlunum Úr Liverpool, Sum Høvdu Langt Sítt Hár,
Vit Fóru Gjøgnum 60’Ini, Tað Følist Sum Í Gjár.
Teir Sungu Seg Í Hjørtuni Við Lagnum “Yesterday”,
Á Øllum Heimsins Hittlistum Tað Uppá Tindin Fleyg.
Chorus
Aftur Í 60’Ini Vit Fara Nú Á Ferð,
Til Tónleikin Og Fótbóltsspæl, Kom Við Í Gundadal.
Verse 2
Garrincha, Cruijff, Pele Og Hurst, Eitt Væla Mannað Lið,
Teir Skiftust Um At Vera Størst, At Vinna Dystarstig.
Tá Heimsins Kapping Lokin Varð Og Steypið Upp Um Høvd
Og Gull Um Hálsin Borið Varð Og Sigurskvæði Kvødd
Chorus
Aftur Í 60’Ini Vit Fara Nú Á Ferð,
Til Tónleikin Og Fótbóltsspæl, Kom Við Í Gundadal.
Verse 3
Og Elvis Sang Um “Good Luck Charm” Ja, Alt Var Rock’n Roll,
Cliff Richard Sang Og Spældi Vakra Lagið “Living Doll”.
Við “Flower Power” Droymdu Øll Um Eina Betri Verð,
Men Hetta Gjørdist Mest Ein Psykodelisk Dreymaferð.
Chorus
Aftur Í 60’Ini Vit Fara Nú Á Ferð,
Til Tónleikin Og Fótbóltsspæl, Kom Við Í Gundadal.
Verse 4
Og Shadows, Kinks Og Rollings Stones, Eitt Løgið Blandað Kór,
Teir Festu Seg Í Huga Mín Og Virðingin Var Stór.
Og Sjálvt Um Aðrir Komu Fram Og Sungu Vakran Song,
So Var Tað Teir Í 60’Unum, Sum Áttu Hjartastrong.