Intro
Vers 1
Í Frumskóginum Dimma Hongur Tarsan Niður Úr Trænum
Og Sprellar Runt Um Sjálvan Seg Við Greinum Fast Í Hond
Hann Er Sendiharri Valdsins, Sum Við Revsihondum Rænir
Og Strammar Netið Fastari Um Mergukroystu Lond
Vers 2
Tarsanskaldið Sigst At Koma Úr Amerikanskari Løggu
Sum Oyðilegði Í San Fransisco Mangan Fittan Drong
Tankar Tarsans Duna Oss Í Oyru Alt Frá Vøggu
Og Alla Leið Á Gravarbakkan Slær Hann Sama Strong
Vers 3
Um Hugur Tín Er Forvitin, So Gerst Tað Lítil Lætting
At Vita Hvørjum Greinum Tað Er, Tarsan Sprellar Í
Tær Greina Seg So Víða Út Um Heimsins Dimmalætting
Millum Alt Hitt Sprelllivandi Pena Pellarí
Vers 4
Um Kúgað Tjóð Nú Kýtir Seg Og Vaknar Frælsisrørsla
So Springur Tarsan Greinar Runt At Verja Pengavald
Men Sleppið Ikki Vónini, Tað Er Bert Ørstutt Ørsla
Tann Sólin Skínur Stutt Og, Nakni Tarsan, Brátt Gerst Kalt
Vers 5
Og Tey Svørtu Hevja Frælsisfløgg Og Tríva Eftir Lagnum
Tí Medvit Teirra Noktar Teim At Traðka Seg Til Tols
Sum Tekin Um Hvønn Sigur Hongur Tarsan Niður Úr Trænum
Og Dinglar Runt Við Dollarseðlum Knýttum Stramt Um Háls