A7B13: X03020
Intro
Vers 1
Sig Mær Hevur Tú Hoyrt Um Tað Landið
Har Teir Sum Mæla Til Armóð Og Bót
Og Til At Lata Sær Sjálvum Sæta
Og Bólgna Á Ovastu Rók
Vers 2
Har Í Tey Ker Sum Til Vøkstur Og Víðkan
Og Til Gróður Og Gleim Vórðu Telgd
Teir Agentar Sum Ávøkstin Henta
Sáddu Skomm,Synd Og Helvitis Eld
Vers 3
Har Um Á Degi Tín Næsta Tú Snýtti
Og Á Kvøldi Tín Granna Bedró
Fert Á Nátt Tú Við Paulus Á Ruba
So Vaknar Tú Reinur Sum Snjó
Vers 4
Og Um Tín Sæla Ov Skjótt Hevur Fingið
Ein Heldur Veikan Og Vatndeyvan Dám
So Kanst Tú Spela Beint Inn Í Várt Felag
So Pikant P/F Krossur Og Krám
Vers 5
Og Tey Halda Seg Flúgva Í Erva
Og At Tá Horvin Er Sorg, Sút Og Neyð
Onkur Letur Teim Ein Mercedes
Spildurnýggjan Modell Sjeytisjey
Vers 6
Sig Mær Hevur Tú Hoyrt Um Tað Landið
Har Teir Sum Mæla Til Armóð Og Bót
Og Til At Lata Sær Sjálvum Sæta
Og Bólgna Á Ovastu Rók