Intro
Vers 1
Tað Skýmir, Mín Vinur, Hví Stendur Tú Her?
Norðanættin Um Húsini Fer
Tín Hugur Er Tómur, Av Møði Tað Er
Ryggur Tín Bogin Av Sliti
- Ein Finna Tú Ert Í Talvinum
Har Pengarnir Fólkið Flyta
Vers 2
Tú Húsini Átti Har Norði Í Líð
Og Bátin Og Trøðna Og Børnini Trý
Men Tíðirnar Skiftu, Úr Bygd Og Í Bý
Neyðin Teg Noyddi At Flyta
– Tí Ein Finna Tú Ert Í Talvinum
Har Pengarnir Fólkið Flyta
Vers 3
Í Býnum Tú Flutti Í Trongliga Lon
Teg Sjálvan Tú Seldi Til Pihl & Son
Til Skatt Og Til Leigu Varð Tikin Tín Løn
Til Børnini Valla Ein Biti
- Ein Finna Tú Ert Í Talvinum
Har Pengarnir Fólkið Flyta
Vers 4
Tú Húsini Seldi, Tað Hungurin Beyð
Onkur Tey Keypti, Sum Nú Eigur Tvey
Men Tú Eigur Einki, Nóg Illa Til Breyð
Og Vilt Tú Grundina Vita?
– Jú Ein Finna Tú Ert Í Talvinum
Har Pengarnir Fólkið Flyta
Vers 5
Teir Siga, Teir Elska Teg Yvir Alt
Teir Sum Sita Í Veitslum Og Gera Sær Dælt
Tú Slítur Teg Upp, Og Tеir Tøma Tín Hjall
Ja, Leiva Tær Valla Ein Bita
– Teir Liva So Væl Av At Styðja Tað Spæl
Har Pеngarnir Fólkið Flyta
Vers 6
Um Trogið, Tú Fyllir, Teir Flokkast Hvønn Dag
Teir Reiðarar, Stjórar Og Læknar Á Rað
Teir Gjalda Ei Skatt, Og Hví Skuldu Teir Tað
Teir, Sum Við Maktini Sita?
– Ein Finna Tú Ert Í Talvinum
Har Pengarnir Fólkið Flyta
Vers 7
Í Húsunum Tínum Nú Halda Teir Frí
Okkurt Akademiskt Kommandittkompaní
So Gott Er At Sleppa Sær Burtur Úr Bý
At Hvíla Og Hvessa Sær Vitið
Til Næsta Leikin Í Talvinum
Har Pengarnir Fólkið Flyta
Outro