Intro
Verse 1
Einaferð Í Vøggu Lá, So Hjálparsleysur Var
Tú Onki Skeivt Kundi Gera Tá
Og Mamman Stolt Sín Fitta Son Í Fangi Bar
Sum Lítið Barn, Fekst Tú Blíð Og Eymlig Eygnabrá
Sum Tamdi Barnaskríggj
Nú Er Navn Títt Kent Fyri Maktsjúku Og Kríggj
Verse 2
Gamli Treiski Maður, Tú, Sum Stýrir Í Usa
Hugsa Tær, At Tað Var Tú,
Sum Í Einari Kilenskari Vøggu Lá
Milliónir Fólk Bløða Undir Tykkara Pengaræði
Tíni Køldu Hond
Tit Við Vápnamegi Kúga So Nógv Lond
Interlude
Lala Lei
La La Lei
Lala Lei
La La La La La Lei
Verse 3
Góðvarin Er Tann Føroyingur, Sum So Fegin Trýr
At Vápnasalg Til El Salvador
Hjálpir Hampafólki Í Tí Landi Býr
Pínsla Og Neyð Og At Knógva Undir Byrsumúla
Tað Er Bóndans Løn
Eitt Satt Fólkaræði, Tað Er Hansara Bøn
Instrumental
Verse 4
Heimurin Í Orrustu, Soviett Og Usa
Ella Fólkakrav Um Avvápna
So Vit Eina Trygga Framtíð Kunnu Fá
Mítt Vakra Land, Men Við Hervaldi Á Oyggjunum
Sum Eisini Bjóðar Av
Út Við Nato Var Og Er Eitt Føroyskt Krav
Outro
Lala Lei
La La Lei
Lala Lei
La La La La La Lei
La La Lei
La La Lei
La La La La La Lei
La La Lei
La La Lei
La La La La La Lei