Vers 1
Uttan Teg Var Tøgnin Tóm,
Ljósið Uttan Lit Og Ljóm.
Ælabogin Gráur Var,
Um Ei, Faðir, Tú Vart Har.
Vers 2
Uttan Teg Var Dagur Nátt,
Sólin Átti Ongan Mátt.
Uttan Teg Var Glóðin Køld,
Uttan Teg Var Morgun Kvøld.
Niðag
Tá Mín Brekka Gerst Ov Brøtt,
Tá Mær Tokan Gerst Ov Tøtt,
Faðir, Fylg Mær Tá Á Leið,
Tú, Sum Eina Troyttast Ei.
Vers 3
Hvirlur Bresta Á Mín Rút,
Tigandi Eg Hyggi Út.
Man Í Storminum Tá Eg
Aftur, Harri, Hóma Teg?
Vers 4
Verjugarður Mín Ver Tú,
Vakta, Harri, Mína Búð.
Faðir, Ver Tú Styrki Mín,
Leið Meg Loksins Heim Til Tín.
Niðag
Tá Mítt Berg Mær Gerst Ov Høgt,
Tá Hvørt Vitaljós Er Sløkt.
Faðir, Fylg Mær Tá Á Leið,
Tú, Sum Eina Troyttast Ei!