Intro
Vers 1
Har Liggja 99 Pappír
Í Ovastu Skuffuni
Á Tey Er Ritað
So Mann Kann Vita
Um Tú Riggar Normalt
Vers 2
Har Liggja 88 Pappír
Í Næstovastu Skuffuni
Hvørt Orð Er Vigað
Og Tað Tey Siga
Er At Tær Vantar Kontakt
Vers 3
Har Liggja 77 Pappír
Í Mittastu Skuffuni
Hvønn Dag Skal Skrivast
So Ongin Ivast
At Tú Gert Tað Tú Skalt
Vers 4
Men Har Liggur Eitt Smíl
Í Næstniðastu Skuffuni
Av Og Á Kannað
Um Millum Manna
Tað Kann Smílast Normalt
Vers 5
Tí Har Liggur Ein Tjúkk Bók
Oman Á Øllum Skuffum
Standa Sannleikar
Frá Einum Samfelag
Sum Sigst At Rigga Normalt
Vers 6
Men Eg Siti Og Bíði
Og Eg Veit Ikki Hví Eg
Kundi Stríðst
Móti Øllum Heimi
Í Dóma - Dags Stríði
Vers 7
Tí Hugur Mín Tráar
Eftir Niðastu Skuffuni
Men Hon Er Fast Læst
Verður Aldri Opnað
Tí Har Liggur Tú Sjálv